Stevna stavn um stavn móti Ólavsøkuni

5-mannafør dreingir - Á Ólavsøku verður gysara finalu millum dreingjamanningarnar umborð á Royndini Fríðu úr Vági og Bliki av Argjum, sum hesa ferð var tryggur vinnari

Eftir seks kappróðrar ber tað ikki til at mynda betri fyri­treytir fyri spennandi finalu enn henni, sum nú bíðar mill­um Royndina Fríðu úr Vági og Blik av Argjum við dreingja­manningum.
Í Sørvági var einki at rafla um. Eftir at Royndin Fríða hevði vunnið bæði í heima­sjógvi á Jóansøku í Vági og aftur á Fjarðastevnu í Vestmanna, vóru tað teir av Argjum, sum so rudduliga settu dagsskránna í Sørvági.
Blikur togaði seg í fyrstu tøkunum eitt vet framum Roynd­ina Fríðu, og Blikur var fremstur allan teinin. Fjar­støðan longdist eitt vet mill­um teir báðar fremstu, og á mál­inum var Blikur tað mesta av einari bátslongd frammanfyri.
Blikur hevur vunnið tríggj­­ar ferðir, og Royndin Fríða hevur vunnið tríggjar ferð­ir. Blikur hevur tríggjar ferðir verið næstfremstur, og Royndin Fríða hevur tríggjar ferð­ir verið næstfremst. Tað stend­ur á jøvnum í stigum – 39 stig í part – og tann, sum verð­ur fremri av hesum báðum á Ólav­søku verður meistari.
Kappingin um triðja plássið var leingi tøtt og spennandi. Firvaldur av Tvøroyri var drúgv­astur, og á málinum var hann skutin frammanfyri Teistan, Jallin og Svan, sum vóru sera javnir. Junkarin og Hav­frúgvin vóru aftastir.


1 Blikur 05:01.18
2 Royndin Fríða 05:03.05
3 Firvaldur 05:07.04
4 Teistin 05:08.04
5 Jallurin 05:08.05
6 Svanur 05:08.22
7 Junkarin 05:14.02
8 Havfrúgvin 05:32.06

Støðan
1 Blikur 39
2 Royndin Fríða 39
3 Firvaldur 24
4 Svanur 18
5 Teistin 18
6 Jallurin 18
7 Sílið 8
8 Junkarin 4