Skuggin av Steve Jobs livir víðari á MacBook.
Ein hollendsk fyritøka hevur gjørt tríggjar serligar MacBook Pro teldur við skuggamyndini hjá Steve Jobs í Apple búmerkinum. Tær tríggja MacBook Pro eru seldar á internetinum í samband við eitt vælgerandi tiltak. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni thenextweb.com.
Búmerki við skuggamyndini er gjørt av einum sniðgeva í Hong Kong, og nú hevur hann saman við sniðgevarafyritøkuni Uncover í Hollandi framleitt tríggjar Retina-MacBook Pro við sermerkta minnismerkinum sum búmerki ístaðin fyri vanliga súreplið.
Fyritøkan Uncover, sum vanliga ger serligar MacBook til tónleikarar og kend fólk, hevur skrivað sitatið hjá Steve Jobbs "You Can Change Things" við lasara í botnin á teimum trimum teldunum.
Teldurnar blivu seldar á internetinum, og tá sølan endaði í gjárkvøldið, var endaligi prísurin á hvørjari teldu 82.000 krónur. Byrjanarprísurin var 71.600 krónur.
Yvirskotið frá søluni fer til vælgerandi felagsskapirnar Get It Done og SellanApp.