Sterkur illgruni um ILA á Gøtuvík

Tað tykist, sum ILA fer at raka tey flestu alibrúkini í landinum. Nú er sterkur illgruni um, at alibrúkið á Gøtuvík hjá partafelagnum Luna í Gøtu er rakt av ILA sambært stjóranum í felagnum, Atla Gregersen.
Hann upplýsir, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið royndir í ringunum. Úrslitið av royndunum er ikki greitt enn, og tí er einki staðfest, men Atli Gregersen væntar, at alibrúkið fær tung boð, tá úrslitið er greitt.
Smittan er staðfest á Lambavík, sum liggur nærhendis, fyri fleiri mánaðum síðani, og møguliga er tað hiðani, at alibrúkið á Gøtuvík hevur fingið ILA.