Høgni Hoydal, fólkatingsmaður
Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur biðið um eitt upprit frá Gudmundi Alfredsson um uppskotið til fólkatingslóg "Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler", sum Løgtingið hevur til viðgerðar í løtuni og sum - verður tað samtykt á løgtingi- verður lagt fyri Fólkatingið at samtykkja.
Í sínum uppriti um uttanríkispolitisku heimildarlógina vísir Gudmundur Alfredsson á stórar vandar við at samtykkja uppskotið. Hann sigur m.a. í uppritinum:
"Bæði lógaruppskotið og viðmerkingarnar vísa afturvendandi til danskt vald, harundir grein 19 í donsku grundlógini. Uppskotið ber somuleiðis í sær sterkar avmarkingar í innihaldi og vavi av altjóða avtalum, sum føroyska stjórnin kann gera, ikki minst í sambandi við limaskap í altjóða felagsskapum. Úrslitið er, um lógaruppskotið verður samtykt, at tað kann metast sum eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyar til bága fyri núverandi og framtíðar føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt at stovna egið ríki."
Hjálagt er uppritið hjá Gudmundi Alfredsson á enskum saman við eini leysligari umseting til føroyskt.
Gudmundur Alfredsson er altjóðarættarligur serfrøðingur, ið m.a. hevur starvast fyri ST.
Hann er doktari í Løgfrøði, professari á lógarfakultetinum við Lærda Háskúlan í Lund í Svøríki og stjóri á Raoul Wallenberg Institute of Human Rights and Humanitarian Law í Lund.Gudmundur Alfredsson skrivaði ein part av frágreiðingini um tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrættin hjá føroyingum og grønlendingum, sum Norðuratlantsbólkurin gav út í fjør.
------
Upprit um uppskotið nevnt "Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler" og um viðmerkingar til hetta.
Júst fyri einum mánaði síðani, t. 7 apríl 2005, lat eg úr hondum eina skrivliga viðmerking og gav síðani eitt viðtal til Útvarp Føroya um felagslýsingina (fælleserklæringen) millum teir báðar forsætisráðharrarnar og teirra viðurkenning av føroyingum sum eitt fólk undir altjóðarætti. Samsundis sum eg tók væl ímóti hesum stigi, vísti eg á orðingar í hesum skjali, sum reistu møguleikan fyri grundgevingum tann vegin, at felagslýsingin kundi tulkast sum eitt innanhýsis skjal til frama fyri danska lóggávu (í høvuðsheitum samansjóðing undir donsku grundlógini) heldur enn til frama fyri altjóðarætt (aðrir møguleikar at nýta sjálvsavgerðarættin). Hetta er so, orsakað av teimum endurtiknu tilvísingunum í felagslýsingini til stjórnarættarligu støðuna sum heild, og serliga til ávísar partar, sosum grein 19 í donsku grundlógini.
At lesa uppskotið til lóggávu, sum nú liggur á borðinum, gevur somu fatan, og tað í enn sterkari og yvirskipaðan mun. Bæði lógaruppskotið og viðmerkingarnar vísa afturvendandi til danskt vald, harundir grein 19 í donsku grundlógini. Uppskotið ber somuleiðis í sær sterkar avmarkingar í innihaldi og vavi av altjóða avtalum, sum føroyska stjórnin kann gera, ikki minst í sambandi við limaskap í altjóða felagsskapum. Ùrslitið er, um lógaruppskotið verður samtykt, at tað kann metast sum eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyar, til bága fyri núverandi og framtíðar føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt at stovna egið ríki.
Samanborið við onnur stig, ið nýliga eru tikin, eisini í formligum donskum samráðingum við Grønland, sum skulu leggja upp fyri álvarsligum brotum í sonevndu sameiningini av Føroyum (tildømis manipulasjónini av fólkaatkvøðuni eftir seinna heimsbardaga) og Grønlandi (tildømis álvarsligu lýtini mótvegis Sameindu Tjóðum í sambandi við avtøkuni av kolonistøðuni) tykist nú ein tilætlaður og skipaður danskr politikkur at verða settur í verk. Við at biðja um endurtikna undirskipan undir danskt fullveldi umvegis at góðtaka donsk tilboð, sum kunnu tykjast og síggja væl út á skræðuni, sosum ein víðkaðan men avmarkaðan møguleika at gera altjóða avtalur, byggir Danmark upp krøv um fullveldi, sum annars eru sera veik mótvegis føroyskum og grønlendskum mótspæli.
Møguleikar, sum bert byggja á danska lóg, tæna ósvitaliga til at styrkja um løgfrøðisliga samansjóðing við Danmark. Eftirsum vandi er fyri, at danskir løgfrøðingar og politikarar á onkrum stigi fara at grundgeva fyri, at ikki vendst aftur frá samansjóðingini, eigur at forðast fyri, at møguleikar undir danskari lóg verða góðtiknir, tí teir kunnu seta valfrælsi í vanda hjá bæði børnum og abbabørnum tykkara til at taka víðari stig enn tey, sum verða góðtikin ella vrakaði av núverandi ættarliði.
Gudmundur Alfredsson, 7. mai 2005, síða 2
Um føroyingar veruliga eru fólk undir altjóða fólkarætti eru teir longu ein sjálvstøðugur partur í hesi lóggávu og hava rætt til at nýta sín sjálvsavgerðarrætt nær og um teir vilja, treytað av, at teir ikki lata henda rættin frá sær. Undir altjóðarætti, nú ella seinni, eiga føroyingar frælsa rættin til, av sær sjálvum og fyri seg sjálvar, at velja í minsta lagi millum eitt óheft lýðveldi, ein frælsan felagsskap ella commonwealth, ein ríkjafelagsskap, víðkað sjálvstýri ella óbroytta støðu. Møguleikin, ið nú liggur á borðinum tykist vera víðkað sjálvstýri, og avgjørt onki annað, men tað kann vera minni enn tað, tí endamálið tykist vera, at hetta er lutur í staðfestingini av donskum ræði.
Tí eigur at vera at verða farið varilsiga fram, og onki eigur at verða góðkent, ið seinni kann tulkast sum ein avtøka ella ein veiklieki fyri støðu Føroya sum fólk í altjóðarætti. Rætturin hjá tjóðum til sjálvsavgerðarætt er ein rættur undir altjóða lóg og ikki okkurt, ið kann latast til framtíðar vælvild ella gávumildni frá eini harratjóð.
Um meirilutin á Føroya Løgtingi vil samtykkja lógaruppskotið og ikki tekur undir við omanfyrinevndu metingum, eigur samtyktin at verða knýtt at eini einsæris yvirlýsing ella samtykt. Hesin tekstur eigur greitt at staðfesta, at føroyingar bert skilja lógina sum eitt stig móti fullveldi og ikki sum ein neyðsemja í spurninginum um sjálvsavgerðarætt og ikki sum at teir góðtaka at skipa seg undir danskt vald. Hetta merkir ikki neyðturviliga, at fullveldi verður endaliga úrslitið, men tað heldur rættinum á lívi og styrkir hann at nýta seinni, serliga fyri framtíðar ættarlið um tey velja tað.