Steintór og Eyðun loysa Rana av

Tveir frændur avloysa triðja frændin, ið mátti geva avboð

Rani Nolsøe fær ikki spælt á Summar Festivalinum í ár, og tí hava fyrireikararnir funnið tveir góðar avloysarar.

 

Leygarkvøldið kl. 01:15 spæla Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe á Torginum.

 

Avloysararnir fáa valla verið betri egnaðir til uppgávuna, tí teir hava saman við Rana Nolsøe verið oddamenn í tónleikabólkinum Frændum.

 

Steintór og Eyðun fara at spæla nakrar av teirra kendastu sangum – "Føroyar", "Mítt Land", "80'ini" og "Heimstaðið".

 

Hetta verður syngið-við løta av teimum heilt stóru.