Steintór varð heiðraður

Fjølbroytti listamaðurin fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páll

Í kvøld hevur Klaksvíkar kommuna handað Listavirðisløn Nólsoyar Páll á tiltaki í Atlantis.


Undanfarin ár hava Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras fingið virðislønina, og í ár varð heiðurin latin Steintór Rasmussen.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, handaði virðislønina og segði, at Steintór Rasmussen er fjølbroyttur listamaður, sum ikki avmarkar seg til eina listagrein. Hann er sera virkin og skapandi og gongur fegin á odda fyri verkætlanum innan mentan.

Steintór Rasmussen er kendur sum sangari og sangskrivari. Hann hevur skrivað eitt ótal av sangum, sum føroyingar syngja við til. Eisini hevur hann verið virkin sum fyriskipari av øllum hugsandi tiltøkum – eitt nú Summar Festivalinum – og seinastu árini hevur hann skrivað tvær krimiskaldsøgur, tann triðja er á veg.

Saman við heiðrinum fekk Steintór Rasmussen peningagávu á 75.000 krónur.

Steintór Rasmussen tók ímóti virðislønini og helt røðu, har hann takkaði fyri heiðurin.