Regin Jacobsen
Í samband við at fast samband skal gerast millum Skálafjørðin og Suðurstreym, hevur Landsverk lagt fram ætlan um, hvussu teir meta at hetta sambandið kann gerast. Ein av møguleikunum sum Landsverk mælir til er at stabbabrúgv verður gjørd millum Saltnes og Strendur.
Landsverk vísir í sínum áliti á ymiskar fyrimunir og vansar við eini brúgv. Hesir eru, at viðlíkahaldið er 1 mió kr bíligari um árið enn ein tunnil, og at farleiðin er betri fyri »bleyta« ferðslu. Viðvíkjandi vansunum, so verður víst á hálku, vind og at ein slík brúgv forðar heilt stórum førum at koma inn á Skálafjørðin. Hetta kann serliga gera seg galdandi, um (tá) oljuvinnan er komin ígongd.
Viðvíkjandi mettu viðlíkahaldskostnaðunum, so førir Landsverk fram, at seinastu árini hava víst, at tunlar eru dýrari at viðlíkahalda enn upprunaliga mett. Spurningurin er hvørt henda niðurstøða byggir á nýggjar forskriftir fyri, hvussu ein tunnil verður bygdur, ella um niðurstøðan byggir á gamlar forskriftir fyri hvussu tunlar verða bygdir. Vit vita, at Norðskálatunnilin er dýrur; men høvuðsorsøkin fyri hesum man vera, at tunnilin er bygdur eftir ótíðarhóskandi forskrift. Talan er tí ikki um viðlíkahald sum so, men heldur eina dagføring av tunlinum.
Samanumtikið má niðurstøðan verða, at Landsverk byggir sítt tilmæli á, at tað hevur størri týdning at gjørligt er at súkkla yvirum fjørðin, heldur enn at fjørðurin kann nýtast til vinnuligt virksemi.
Ein slík brúgv fer, hóast hon er yvir 50 m høg, at avmarka møguleikarnar við Skálafjørðin bæði viðvíkjandi høgum skipum, útgerð til oljuvinnuna, og ikki minst tí avmarkaðu útskifting, sum er av sjógvi yvir Saltnesgrynnuna inn á Skálafjørðin. Sum skilst hevur Landsverk ikki kannað árinið á fjørðin hesum viðvíkjandi. Sagt verður einans hesum viðvíkjandi, at »umhvørviskanningar skulu gerast rundanum brúnna« hvat tað so merkir.
Vansin við brúnni viðvíkjandi atkomuni til besta og størstu náttúruhavn í Føroyum - fjørðin, sum oljufeløgini hava valt til útgerðarhavn er sera álvarsamur. Tað sum vit í dag ikki vita nóg nógv um viðvíkjandi høgari ferðslu inn á fjørðin í framtíðini, kann lættliga fara at vera ein tørvur, sum er nógv hægri enn ætlaða brúgvin.
Útgerðarskip til oljuvinnuna kunnu lættliga verða oman fyri 50 m til hæddar, og boripallurin sum komandi summar skal bora undir Føroyum, er sum skilst oman fyri 200 m høgur. Um ein rúgva av slíkum verður undir Føroyum um eini 10-20 ár, er væl ikki óhugsandi at hugsa, at ein tørvur verður á at slík før hava tørv at koma inn til eina stóra havn í Føroyum, og tá er Skálafjørðurin sjálvandi fyrsta og besta boðið.
regin@bakkafrost.com










