Stay Under The Stars givin út í Svøríki

Nýggja fløgan hjá Teitur Stay Under The Stars hevur síðan útgávudagin fyri tveimum vikum síðan, selt somikið væl í Føroyum, at hon aftur hesa vikuna er ovast á sølulistanum hjá 3aranum, men eisinki í Danmark gongur fløgusølan væl, fløgan liggur nummar 9 á almenna sølulistanum. Men nú er enn ein marknaðurin komið upp í leikin. Í gjár kom Stay Under The Stars út í Svøríki.