Statsligt sjórán

Tá ið eitt skip sum Skálaberg verður tikið fyri longri tíð og ikki fær sektaruppskot, er tað álvarsligt brot á altjóða reglur. Bæði reiðarar og sjómenn aftrat seg við at fara í Barentshavið aftur, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag

Skálaberg

Føroya Reiðarfelag heitir nú á myndugleikarnar um at brúka alla orku sína til at loysa Skálaberg og manningina úr tí fangaskapi, teir veruliga eru komnir í, sigur felagið.
- Slíkt er ongantíð hent áður, og eingin kundi vønta, at hetta kundi henda í 2009, sigur Viberg Sørensen, formaður í felagnum.
Hann væntar, at eftir hesa hendingina fara allir reiðarar at aftra seg við nakrantíð at senda skip síni í Barentshavið.
- Og einki er at siga til, at sjómenn kenna seg ótryggar við aftur at fara í russiskan sjógv, sigur Viberg Sørensen.
Hann skilir ikki, at hendingin ikki hevur fingið meira umtalu úti í heimi og í Danmark.

Brot á altjóða reglur
Altjóða reglur siga, at tá ið eitt skip verður tikið, skal tað hava sektaruppskot í seinasta lagi 24 tímar eftir, at tað er komið til lands, og so skjótt sum reiðaríið hevur veitt trygd fyri sektini, sleppur skipið út aftur.
- Tað óhugnaliga við hesum máli er, at skipið varð kallað inn, uttan at orsøkin varð upplýst. Einki sektaruppskot erkomið, men reiðaríið hevur veitt trygd. Skipið er kortini ikki sloppið leyst aftur. Tað er púra óhoyrt, sigur Viberg Sørensen.
Mannagongdin undanfarin ár hevur verið, at reiðaríni hava flutt kvotur sínamillum, og tá ið samanlagda kvotan hevur verið fiskað upp, hava russisku myndugleikarnir fingið boð um tað.
Tað einasta, sum er ørðvísi hesa ferð, er, at skriv varð sent úr Føroyum um, at Skálaberg fór at fiska av kvotuni hjá Sundabergi, sigur Viberg Sørensen.

Hartar ongan
Út frá tí, sum upplýst er í málinum, dugir hann ikki at síggja, um nakar, og um so er, hvør hevur borið seg skeivt at. Hann lastar ikki føroysku myndugleikarnar fyri nakað.
- Føroya Reiðarafelag hyggur við álvarsomum eygum at hesum. Russland hevur tikið eitt skip, og tað vil eg nevna statsligt sjórán, sigur Viberg Sørensen.
Hann heldur eisini, at alt framtíðar samstarv millum Føroyar og Russland við hesum er sett upp á spæl.