StatoilHydro undir umfatandi seismikk við Føroyar

StatoilHydro er farið undir eina umfatandi seismiska kanning á føroyska landgrunninum, sum skal vera grundarlagið undir eini møguligari komandi boring Norska oljufelagið StatoilHydro er tað oljufelagið, sum hevur flest leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Felagið hevur verið við í øllum teimum trimum útbjóðingunum, sum hava verið við Føroyar.

Felagið fyrireikar seg nú til eina møguliga komandi oljuboring, sum helst verður í einum av loyvunum í 2010, 2011 ella 2012.

Í hesum sambandi hevur StatoilHydro sett út í kortið sera umfatandi seismiska kanningar í fleiri av sínum leitiloyvum, her serstakliga loyvi 16, sum felagið fekk tillutað í 3. útbjóðing saman við Dong og so teimum báðum føroysku oljufeløgunum Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum.

Seismikkskipið Harrier Explorer er júst byrjað at skjóta seismikk. Hetta er eitt umfatandi arbeidi, tí loyvið fevnir um eitt stórt øki. Umframt ta verður eisini farið inn á bretskt øki, og eitt sindur inn á loyvi 10 og loyvi 11 eisini.

Rúni Hansen, stjóri í StatoilHydro í Føroyum sigur við Portalin, at teir skulu brúka seismikkin til at finna fram til, hvar teir skulu bora ein møguligan brunn komandi árini. Arbeiðið fer at taka umleið hálvan annan mánað.