STARVSVENJING: Steingrímur Hentzarsson í NAFA

 

Hví valdi tú hetta starvið?

Tí at mær dámar øgiliga væl fótbólt, so eg helt at hettar var áhugavert at royna.

 

Hvussu dámar tær at vera í starvsvenjing?

Mær dámar tað ordiliga væl og tað er øgiliga áhugavert.

 

Hvat hevur tú gjørt hesa tíðina?

Eg havi millum annað verði til venjing hjá tí føroyska og hjá tí italienska landsliðnum. Eg var so heppin, at eg slapp at heilsa uppá eina av mínum størstu fótbólts fyrimyndum, Andrea Pirlo. Og so havi eg eisini gjørt ymiskt telduarbeiði.

 

Hvussu dámar tær hettar, í mun til skúlan?

Hettar er nógv øðrvísi og sera áhugavert. Nógv friðarligari enn í skúlanum.

 

Er hettar starvið nakað, sum tú fert at gera nakað við í framtíðini?

Ja, tað kundi væl veri.

 

(Eftir Paula Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)