Starvsmannafelagið: Ja, til reallønarlækking í eitt ár Landsstýrismaðurin: Nei

Starvsmannafelagið góðtók semingsuppskot um reallønarlækking í eitt ár, fyri at fáa"skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum". Landsstýrismaðurin vrakaði uppskotið

Starvsmannafelagið
Tórshavn 14. oktober 2005

Áðrenn tingingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið byrjaðu, var landsstýris-maðurin í sjónvarpinum og segði, at tað kom ikki upp á tal at hækka lønirnar. Við hesum úttalilsi blokeraði hann sína egnu samráðingarnevnd.

Tá samráðingarnar so sjálvandi einki góvu, góðtók Fíggjarmálaráðið at fara undir seming. Tá semingsuppskotið kom, vísti landsstýrismaðurin tí aftur og segði aftur 0,00 kr.

Tá so partarnir sjálvandi fara hvør til sín, er landsstýrismaðurin frammi og sigur, at fólk framvegis hava skyldu til at arbeiða! Hvussu leingi? Kanska til semingsmenninir siga 0,00 kr.?

Í setanarskjalinum hjá limum Starvsmannafelagsins stendur, at løn og onnur viðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Tað merkir, at er eingin sáttmáli millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, er eingin avtala um løn ella onnur viðurskifti. Hetta er sera einfalt og elligamalt í føroyskum arbeiðsrætti.

Hvørja løn og hvørji viðurskifti heldur landsstýrismaðurin skulu galda nú? Tað verður einki sagt um. Vit hava jú onga avtalu. Gangast má út frá, at hann meinar, at tað skal vera fyri ta løn og tær treytir, sum hóska Fíggjar-málaráðnum!

Men eingin kann tvinga ein annan til at arbeiða fyri seg fyri løn ella til treytir, sum viðkomandi ikki vil góðtaka. Tíðirnar eru farnar frá slíkum fyri fleiri hundrað árum síðani.

Eftir teimum reglum, sum partarnir hava avtalað um seming, hevur Fíggjarmálaráðið við at vraka semingsuppskotið nettupp boðað sínum starvsfólki frá, at ráðið ikki ynskir tey til arbeiðis til tær treytir, sum semingsuppskotið ásetir.

Tað harmar Starvsmannafelagið, at Fíggjarmálaráðið hevur læst seg so fast, men tað ber ikki til hjá felagnum at senda fólk aftur til arbeiðis, tá ongar reglur eru um løn ella onnur viðurskifti.

Ynskir Fíggjarmálastýrið partar av tí almenna virkseminum í gongd aftur, má hann venda sær til felagið, so greiða kann fáast á, um avtala ella fyribilsavtala kann gerast millum partarnar á teimum økjum, sum talan kann vera um.