Starvslønir: Hesi lata milliónirnar

Fimm fólk manna nevndina í Mentanargrunni Landsins, sum letur starvslønir til mentafólk

Mentanargrunnur Landsins hevur nú latið árligu starvslønirnar. Áhugin fyri starvslønunum er sera stórur, tí í ár komu 117 umsóknir fyri tilsamans 40,5 milliónir krónur til grunnin.

Mentanargrunnurin hevur 3,350 milliónir krónur at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul. 40 umsøkjarar fingu stuðul í hesum umfari.

Les eisini: Hesi fáa starvsløn


Tað er ein trupul uppgáva at velja og vraka millum monu umsóknirnar, men ta uppgávuna hevur nevndin fyri grunnin.

Í nevndini fyri Mentanargrunn Landsins sita Ingun í Skrivaragøtu, forkvinna, Annfinnur Heinesen, næstformaður, Gulla Øregaard, Sunnuva Bæk og Leif Hansen. Varalimir í nevndini eru Vónbjørt Vang, Dagfinn Olsen, Kristina Joensen og Jón Sonni Jensen.