Fyrrapartin hevur fundur verið millum starvsfólk á Strandferðsluni og Starvsmannafelagið, sum millum annað varð umboðað av formanninum, Gunnleivi Dalsgarð. Á fundinum varð umrøtt alt í samband við málið um starvsfólkini, nú stovnurin skal flytast til Suðuroyar á nýggjárinum.
- Vit viðgjørdu hesa álvarsomu støðuna sum er íkomin, og hvussu vit skulu fara víðari fram, sigur Gunnleivur í stuttari viðmerking.
Fundurin gjørdi nakrar niðurstøður, sum ætlanin er at arbeiða víðari við. Men hvørki Gunnleivur Dalsgarð ella álitisfólk á Strandferðsluni vilja annars siga meiri frá fundinum.
Sum skilst verður okkurt meiri nágreiniligt at frætta í hesum málinum um stutta tíð.