Starvsfólk mótmæla øktum avgjaldi

Starvsfólk hjá fíggjar- og tryggingarfeløgum vilja ikki finna seg í, at tey skulu bera størri byrður enn onnur, nú landskassahallið skal avmarkast. Ein partur av ólavsøkupakkanum hjá samgonguni var ein hægri partafelagsskattur til fíggjargeiran. Ein ætlan, sum síðani er broytt til eitt økt lønhæddaravgjald, sum einvíst rakar fíggjargeiran.

Og hesum mótmælir Yrkisfelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum.

- Sum starvsfólk í fíggjarsektorinum skilja vit ikki, hví tað skulu vera vit, sum skulu svíða meira enn onnur í samfelagnum. Og tað er tað vit koma til, tí lítið er at ivast í, at eitt hægri lønhæddaravgjald fer at hava við sær sparingar í teimum fyritøkum, sum vit arbeiða í. Av tí at lønarposturin er ein stórur postur hjá hesum fyritøkum, so er tað rættiliga vist, at tað verður á hesum posti, at sparingarnar verða framdar ? ikki minst tá nú skatturin helst verður eitt lønhæddaravgjald. Hækkingin uppá 5% merkir fyri allar peningastovnarnar umleið 12-13 mió kr., sum møguliga skulu sparast við at skerja lønarútreiðslurnar, verður millum annað sagt í opnum skrivi til fíggjarnevndina.

Víðari verður sagt, at skal fíggjargeirin spara samsvarandi upphædd í rakstrinum, er avleiðingin, at eini 35 til 40 starvsfólk verða søgd úr starvi.