Annað tiltakið í skránni hjá Orfeusi í vetur verður við klaverleikarunum báðum Stamen Stantchev og Yurij Penev. Teir fara at spæla ferhentan klavertónleik í Norðurlandahúsinum og í Vestmanna.
Stamen Stantchev varð føddur í Assenovgrad í Bulgaria og tók útbúgving sína av tónlistarskúlanum í Plovdiv. Seinni hevur hann tikið LRSM-prógv úr Onglandi. Stamen er fjølbroyttur tónlistarmaður, hevur spælt rokk, klassiskt, jazz og hevur m.a. skrivað tónleik til nakrar av leikunum hjá Grímu. Í 2002 kom út "Klaverbókin hjá Stamen". Hetta er savn við føroyskum løgum, hann hevur útsett fyri klaver.
Yurij Penev er somuleiðis ættaður úr Bulgaria - føddur í Shumen. Hann tók útbúgving í tónlistar-námsfrøði á lærda háskúlanum í heimbýnum. Hann starvaðist í fleiri ár í Noregi, bæði sum tón-leikari og klaverlærari. Síðan á heysti 2001 hevur hann undirvíst í klaverspæli í Føroyum.
Eisini í Vestmanna
Ferhenta skráin hjá Stameni og Yurij fevnir m.a. um verk eftir Diabelli og Fauré, umframt Ragtimes eftir Scott Joplin. Konsertirnar verða í Norðurlanda-húsinum mikukvøldið 13. november kl. 19.30 og í Vestmanna skúla sunnudagin 17. november kl. 17.00
Næsta konsertin í Dali
Næsta Orfeus konsertin verður eftir ársskiftið, tá limir úr Aldubárini fara at spæla í Eiriksgarði í Dali hin 9. februar og í Norðurlandahúsinum hin 12. februar.