HERI SIMONSEN
Sum ein vanligur meinigur føroyingur er ein ikki sørt ørkymlaður, um hvørt ein skal skriva lond við "AI" ella "EI". UkrAIna ella UkrEIna. Vit fáa neyvan ukr..nska landsliðsvenjaran at leggja høvdið á Blokhin hvørt vit skulu skriva: UkrAIna ella UkrEIna. Onkur verjir "Borg" fyri "EI", meðan annar letur "Ivan" koma "AI" til góðar. Tí er tað, at eg sum ein meinigur maður spyrji hesar málkønu menn: eiga vit føroyingar so at stava vietnamesiska høvuðsstaðin: HANOY, og ikki HANOI?
Vit úttala jú býin: "HANOY". Nú broytti fyrrverandi suðurvietnamesiski høvuðsstaðurin navn til HO CHI MINH BÝURIN í 1975. So vit føroyingar sleppa undan at klandrast um hesin skal skrivast: SAIGON ella SEIGON. Og hvussu er við indiska stórbýnum BOMBAY, á føroyskum má býurin væl stavast: BOMMBEYÐ.
CAPE VERDE OYGGJARNAR eita GRØNHØVDA-OYGGJARNAR á føroyskum. Eitur oyggjin REUNION har føroyskur skipari var fastur í langa tíð so: AFTURHITTINGAR-SAMVERA á føroyskum?? Spennandi verður at vita hvussu leikur fer fram í KANUGARÐI, sum KIEV eigur at eita á føroyskum, ella? Og tá Italia leikar á Tórsvølli ímóti Føroyum, verður tað italska ríkissjónvarpsstøðin RAI, ella REI sum sendir frá dystinum??










