Eitt lágtrýst, 987 hPa, í ein útnyrðing úr Føroyum, fer spakuliga í ein eystan, meðan tað fyllist. Sunnan fyri lágtrýstið liggur eitt rák av óstøðugari luft og ælaveðri av útsynningi. Síðani heldur tað óstøðuga veðrið á. Fleiri lágtrýst og brúgvaløg koma framvið av útsynningi, men av og á klárar tó í.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin um 12 stig. Í nátt makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 2 til 7 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 7 og 10 stig.
Í morgin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 6 til 10 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni dregur samanum og í støðum fer at regna. Hitin um 12 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn flestastaðni. Hitin um 9 stig.
Leygardagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin um 12 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og lækkar í ein vestan og útsynning. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin
Lot til gul av ymsum ættum ella vestri, undir 6 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.
Mánadagin
Lot til gul av ymsum ættum, sum frá líður mest av lágætt, undir 6 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men sum frá líður dregur samanum. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, seinni av eysturætt ella ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn og hitin um 9 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni av vestri. Fyrst regn, seinni klárarí og sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin um 12 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.










