Støðugt minkandi arbeiðsloysi

- Tó at arbeiðsloysið var eitt vet lægri fyri 11 árum síðan, so eru tað kortini munandi fleiri løntakarar í Føroyum í dag enn tá. Sambært Hagstovuni vóru 27.424 løntakarar í Føroyum 1. apríl í ár. Einastu ferð tað talið hevur verið hægri var í desember í fjør, tá tað vóru 27.467 løntakarar her á landi

Hagstova Føroyar kundi í síðstu viku kunngera, at arbeiðsloysið í Føroyum í apríl var 1,2 prosent. Sostatt heldur tann gongdin fram, har arbeiðsloysið í Føroyum stútt og støðugt er lækkað síðan fyrst í 2011, tá tað aftaná fíggjarkreppuna lá uppi á 7 prosentum.

##med2##

Um samanborið verður við sama tíðarskeið sum í fjør, er arbeiðsloysið minkar úr 2,2 prosentum til 1,2 prosent og er talan um tað lægsta arbeiðsloysið í Føroyum síðan juni 2008, tá tað sambært Hagstovu Føroya einans vóru 1,1 prosent av arbeiðarafjøldini, ið vóru arbeiðsleys.

##med3##

Tó at arbeiðsloysið var eitt vet lægri fyri 11 árum síðan, so eru tað kortini munandi fleiri løntakarar í Føroyum í dag enn tá. Sambært Hagstovuni vóru 27.424 løntakarar í Føroyum 1. apríl í ár. Einastu ferð talið av løntakarum hevur verið hægri var í desember í fjør, tá tað vóru 27.467 løntakarar her á landi.

##med4##

Til samanberingar vóru tað 26.336 løntakarar í Føroyum í juli 2008, ið var tað hægsta áðrenn fíggjarkreppuna. Tað er gott 1.000 løntakarar færri enn í dag.

Arbeiðsloysið hevði enntá verið uppaftur lægri fyri landið, um støðan í Suðuroynni var lík henni í restini av landinum. Í apríl var arbeiðsloysið í Suðuroynni 3,5 prosent, ið var 2,1 prosentstig meira enn á Sandoynni, ið var tað økið, har arbeiðsloysið var tað næsthægsta. Í restina av landinum lá arbeiðsloysið millum 0,6 og 1,3 prosent, harav fólkarík økir sum Eysturoy og Norðoyggjar einans høvdu eitt arbeiðsloysið á ávikavist 0,6 og 0,7 prosent.

Leita út í heim
Tá arbeiðsloysið í einum landi er so mikið lágt merkist tað fleiri staðni í samfelagnum. Tað vera millum annað altíð nakrar vinnugreinar, ið fáa verri við at fáa fatur á arbeiðsmegi enn aðrar. Serliga arbeiðspláss innan byggivinnuna, ið hava brúk fyri starvsfólkum við serligum førleikum, føla mangan skjótt sviðan av, at ongin starvsfólk eru at taka av. Men sama avbjóðing sæst eisini aftur í handlum, matstovum, gistingarhúsum og aðrastaðni í tænastuvinnuni.

Tí eru tað eisini fleiri fyritøkur, ið einki annað val hava enn at leita út um landoddarnar fyri at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini. Hetta er ein støða, ið nakrar fyritøkur eisini vísa á aðrastaðni í blaðnum. Og tann atgongdin er neyðug, um man ynskir at varðveita góðu gongdina í samfelagnum. Nakað sum Vinnuhúsið eisini vísti á fyrr í ár.

- Tað er metlágt arbeiðsloysi í Føroyum, og hetta ger tað sera trupult at fáa mannað leys størv við fólki við teimum røttu førleikunum. Skulu góðu tíðirnar halda fram, mugu føroyskar fyritøkur fáa betri atgongd til arbeiðsmegi, og hetta eigur ikki einans at vera avmarkað til ES-borgarar, skrivaði Vinnuhúsið á heimasíðu síni 1. apríl í ár.

Og sambært Vinnuhúsinum er tað vorðið so mikið torført hjá summum føroyskum fyritøkum at fáa fatur á arbeiðsmegi, at verandi skipan, har føroyskar fyritøkur hava lættari at fáa arbeiðsmegi úr ES, tá arbeiðsloysið fer undir 3,5 prosent, ikki er nóg mikið longur. Í staðin er neyðugt at víðka skipanina til at fevna um lond uttanfyri ES, tí eftirspurningur eftir arbeiðsmegi er so mikið stórur í løtuni.

Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysið, ið er at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.