ST-aðalfundurin hevur í kvøld valt fimm nýggj limalond í trygdarráðið, sum hevur 15 limir.
Luksenburg og Finnland vóru tey einastu londini í Evropa, sum vóru í uppskoti, og ta tappingina vann Luksenburg. Hini fýra londini, sum vórðu vald í ráðið, eru Avstralia, Argentina, Rwanda og Suðurkorea. Tey koma ísðain fyri Týskland, India, Portugal, Kolombia og Suðurafrika.
Hini londini í ST-trygdarráðnum eru Aserbajdsjan, Marokko, Guatemala, Pakistan, Togo og so tey fimm føstu limalondini USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland.