ST-flóttafólkastovnurin UNHCR er ivingarsamur um uppskotið hjá danska Javnaðarflokkinum at taka burtur møguleikan fyri at søkja friðskjól á danskari jørð. Javnaðarflokkurin stendur undrandi.
Í nýggju ætlanini hjá danska Javnaðarflokkinum er ST ein miðdepil í at skipa fyri, hvussu flóttafólkaskipanin skal vera í Danmark. Men flóttafólkastovnurin, UNHCR, hevur stóran iva um skipanina.
Tað sigur Cécile Pouilly, sum er altjóða talsfólk fyri UNHCR, við Politiken.
Cécile Pouilly sigur, at gott grundstøði er í uppskotinum frá Javnaðarflokkinum um at økja stuðulin til at stríðast ímóti grundleggjandi orsøkum til fólkaferðing, men hon ivast í ætlanini um at taka burtur møguleikan fyri at søkja friðskjól á danskari jørð og í staðin fyri at flyta flóttar til eina legu uttan fyri Evropa.
– Vit hava ávlarsaman ampa av fleiri av uppskotunum, sum – um tey verða gjøgnumførd – greitt vilja skaða verjuna hjá flóttafólkum og í stríð við altjóða bindingar hjá Danmak, sigur Cécilie Pouilly við Politiken og nevnir serliga uppskotið um at taka burtur møguleikan at søkja friðskjól í Danmark. Tað sendir ikki eitt positivt signal til restina av heiminu um alheims ábyrgdarbýti, sigur hon.
UNHCR er ikki ímóti eini avtalu millum tvey lond um at stovna asylviðgerarmiðstøðir, men hon skal vera fult í tráð við aljóða rætt og eigur at hava til endamáls at styrkja møguleikan fyri verju, sigur hon.
Cécile Pouilly leggur dent á, at Danmark tó framvegis fer at hava ábyrgdina av fólkunum, sum søkja friðskjól, sjálvt um tey verða beind til miðstøður í útlandinum.
Framsøgumaðurin í uttanríkismálum hjá Javnaðarflokkinum, Nick Hækkerup, heldur hetta vera løgið og vísir á, at flokkurin frá byrjan legði dent á, at móttøkumiðstøðirnar fóru at halda altjóða bindingar hjá Danmark.
Tað kann sambært Nick Hækkerup styrkjast við, at legurnar vera riknar undir donskum rættardømi ella saman við eitt nú UNHCR.
– Tað haldi eg, at UNHCR eigur at fegnast um, at vit frá danskari síðu taka stig, sum fara at kunna hjálpa fleiri í heiminum, sum flýggja, sigur Nick Hækkerup við Politiken.










