Stórur vandi fyri yvirgangi

Síðani bretsku myndugleikarnir avdúkaðu eina ætlan hjá yvirgangsmonnum at spreingja fleiri ferðamannaflogfør á flogi, hava myndugleikarnir í fleiri øðrum londum hert tilbúgvingina.

Soleiðis er í Fraklandi, og í gjár segði Nicolas Sarkozy, innanríkisráðharri, at vandin fyri yvirgangi í Fraklandi er bæði stórur og støðugur. Hann segði, at fronsku trygdartænasturnar eru tilbúnar, og hann heitti á franska fólkið um at hava eygu og oyru opin.

Síðani avdúkingina í Bretlandi hava fronsku myndugleikarnir hert eftirlitið við øllum flogførum, sum fara til USA, Bretlands og Ísraels, skrivar AFP úr París. Í dag skuldu innanríkisráðharrarnir í ES-londunum hittast at umrøða støðuna.