Stórur partur av skúlanum er nú innilokaður

- Sjálvandi er gerandisdagurin merktur av, at so umfatandi um-og útbygging fer fram, men øll sýna stóra ábyrgd og stórt fyrilit, sigur leiðslan í Tofta skúla Í longri tíð hevur stóra um-og útbyggingin av Tofta skúla verið í gongd, men nú lovar Nes kommuna á síni heimasíðu, at umstøðurnar hjá næmingum og lærarum í skúlanum skjótt verða betri, enn tær eru í dag.

- Arbeiðið er nú komið so langt, at ein rættiliga stórur partur av nýggja tilbygninginum, sum er bygdur norður úr verandi skúla, er innilokaður.

Hesin bygningur er í trimum hæddum, og her verða fýra skúlastovur, høli til evning, námsfrøðiligur tænastudepil, hølir til serligan tørv, bólkarúm, goymslurúm, arbeiðsrúm hjá lærarum, skrivstovu- og leiðsluhøli, felagsøkir, wc og onnur smærri hølir.

Við heimasíðuna, sigur Óli Ludvig, byggifrøðingur og verkætlanarleiðari, at hóast ávísir trupulleikar hava verið við um-og útbyggingini, verður tíðarætlanin í høvuðsheitum hildin. Hetta merkir, at tann nýggi bygningurin, sum nú er vorðin innilokaður, kann takast í nýtslu komandi skúlaár ? ella um miðjan august í ár.

Ætlandi verður øll um-og útbyggingin av Tofta skúla liðug um eitt ár.

Skúlaleiðslan sigur, at gerandisdagurin sjálvandi hevur verið merktur av stóru byggingini, men bæði byggifólk, næmingar og lærarar hava sýnt stóra ábyrgd og stórt fyrilit.

- Tí hevur gerandisdagurin hesa tíðina eisini gingið so væl, sum yvirhøvur gjørligt, sigur leiðslan.