Stórur meiriluti fyri roykfríum tinghúsið

Millum 18 og 20 tinglimir hava skrivað undir eina áheitan, um at gera nýggja tinghúsið fullkomiliga roykfrítt. – Vit eiga at vera ein fyrimynd, tá vit samtykkja lógir at galda fyri onnur, sigur Jenis av Rana

Farna hósdag handaði Jenis av Rana løgtingsskrivstovuni eina áheitan. Eina skriv undirskrivað av millum 18 og 20 tingmonnum, sum heita á formansskapin í tinginum, um at geva loyvi til at roykja í nýggja løgtingshúsinum.
– Vit eiga at vera ein fyrimynd, tá vit samtykkja lógir at galda fyri onnur, sigur Jenis av Rana, løgtingslimur,sum handaði løgtingsskrivstovuni skjalið við undirskriftunum á, og einum skrivi sum leggur upp til, at løgtingið eigur at vera ein fyrimynd fyri onnur.
Jenis av Rana minnist ikki tað neyva talið, men sigur, at tað vóru millum 18 og 20 tinglimir, sum skrivaðu undir.
– Eg gekk tvær ferðir runt við skrivinum, og tá vóru ikki øll til staðar, so talið kundi væl verið hægri, metir Jenis av Rana, sum er væl nøgdur við talið av undirskriftum, sum eisini telur nakrar landsstýrismenn.
Spurdur um, hví hann ikki heldur leggur uppskot fyri tingið, um at fáa løgtingshúsið roykfrítt, so svarar Jenis av Rana við at siga, at tað metir hann vera óneyðugt.
– Tað er langt úti, og eigur at vera óneyðugt. Vit royna heldur hetta fyrst, sigur Jenis av Rana, sum nú bíðar spentur eftir, hvat formansskapurin fer at gera við áheitanina.

Bygginevndin samtykti roykirúm
Edmund Joensen hevur ikki sjálvur sæð áheitanina frá Jenis av Rana og fleiri øðrum tinglimum, um at fáa tinghúsið fullkomiliga roykfrítt.
– Men hevur formansskapurin fingið eina áheitan, so fara vit sjálvandi at taka hana upp til viðgerðar, sigur Edmund Joensen.
Tá tað er sagt, so minnir løgtingsformaðurin á, at tað er ein breið bygginevnd, umboðandi allar flokkar, sum hevur avgjørt hvussu tingið skal innrættast, og harvið eisini verið við at avgjørt, at eitt roykirúm upp á 20 fermetrar skal vera í nýggja tinghúsinum.
– Venda vit tingunum á høvdið, so kunnu vit siga, at løgtingshúsið er um 3000 fermetrar stórt, og av teimum eru næstan allir roykfríir. Tað eru bara tjúgu fermetrar, sum ikki eru tað, og í so máta hava tey, sum ikki vilja órógvast av royki, ongantíð havt so góðar umstøður sum nú, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen roknar við, at tað verður á komandi fundi hjá formansskapinum, sum verður í næstum, at áheitanin verður viðgjørd.