Stórur áhugi fyri Systrunum á Kinn

- Spanska Fluga, sum varð spældur í Losjuni í Gøtu í fjør og sum eini 3000 fólk sóu, var ein brakandi succes, og vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sum Systrarnar á Kinn higartil hava fingið, sigur Eyðun Hansen

Sjónleikurin Systrarnar á Kinn, sum sjónleikaradeildin í Losjuni í Gøtu stendur aftanyri, er longu spældur fleiri ferðir í Losjuni.
Enn verða helst nakrar sýningar aftrat í Losjuni, og síðan er ætlanin at fara út um kommununa við leikinum. Nær farið verður og hvar, var ikki greitt, tá Vikublaðið hitti Eyðun Hansen seinasta hósdag.
Í leikinum, sum níggju áhugaleikarar úr Gøtu og aðrastaðni spæla, hitta vit systrarnar Ulrikku og Jóhonnu á Kinn. Tær eru sum vera mann sera ymiskar av lyndi. Onnur er mild og hjálpsom, meðan eldra systirin bert hugsar um verðsligt ríkidømi.
Í stuttum snýr leikurin seg um munin millum lívsglað fólk og verðslig fólk og um at fáa eyguni upp fyri lívsgleði í teimum smáu lutunum.
Sjónleikurin varar í ein tíma, og sagt verður úr Gøtu, at Systrarnar á Kinn er væl spældur og væl vitjaður leikur.
Tað er Ria Tórgarð sum leikstjórnar, og Kristina Joensen eigur hugskot til búnarnar.

Væl vitjaður
Eyðun Hansen sigur, at øll, sum eru við í leikinum um Systrarnar á Kinn, spældu eisini við í Sponsku Flugu, sum sjónleikaradeildin í Losjuni framførdi í fjør.
- Spanska Fluga, sum eini 3000 fólk sóu, var ein brakandi succes, og vit eru eisini sera væl nøgd við undirtøkuna, sum Systrarnar á Kinn hevur fingið.
Hann sigur, at hesir leikir eru á hvør sín hátt.
- Systrarnar á Kinn er ikki ein stuttligur leikur, men heldur ein leikur, ið hevur ein áhugaverdan boðskap.

Moderniseraður
Tað eru 40 ár, síðan sami leikur, sum nú verður spældur í Losjuni, varð spældur í Gøtu seinast. Hetta var í 1973.
Næst seinasta sunnukvøld hugdu nøkur teirra, sum vóru við í leikinum fyri 40 árum síðan, eftir leikinum, sum nú verður spældur aftur.
Eyðun Hansen heldur, at størsti munurin er, at leikurin nú er øðrvísi uppsettur. Hann er vorðin meiri moderniseraður ella dagførdur, og ljós og ljóð eru øðrvísi.
Neyvari kunning um leikin og atgongumerki kunnu fáast á tlf. 280820.