Stórur áhugi fyri summarlegunum

Summarið nærkast og harvið eisini allar tær mongu summarlegurnar, sum Heimamissiónin skipar fyri. Og tekningarnar streyma inn

SUMMARLEGUR
Tíðindaskriv

Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður summarlega á Kambsdali. Umframt tað verða legur á Viðareiði, í Porkeri, í Sørvági, og 9 legur í Nesvík ? 7 barnalegur og 2 ungdómslegur.

Á legunum er nógv áhugavert á skránni. Hvønn dag hava vit bíbliutíma. Eisini verða ymisk spøl og kappingar á skránni. Vit fara at gera ítriv, og kanska verður eisini tíð til onkra áhugaverda náttúruuppliving. Samstundis sum vit møta børnum úr øllum landinum.

28. juni byrja tær fyrstu summarlegurnar, og hóast tað er meir enn ein mánaður eftir, so eru fleiri av summarlegunum við at vera fullteknaðar. Lega nummar 8 í Nesvík er longu fullteknað, og onkur onnur er um at vera fullteknað. Men pláss eru enn eftir á flestu legunum á bygd og á teimum seinnu legunum í Nesvík.

Legan í Porkeri er flutt vegna jóansøkuna, so at hon byrjar mánadagin 1. juli og endar fríggjadagin 5. juli.