19. útbjóðing í Bretlandi
Týsdagin í farnu viku lat 19. útbjóðingarumfarið í Hvíta økinum bretsku megin markið aftur. Hetta hendi sama dag sum løgmaður hevði boðið oljufólki til móttøku í London. Millum tey innbodnu var eisini nýggi stjórin í DTI (Department of Trade and Industry) Simon Toole, sum hevur avloyst John Brooks í hesum so týdningarmikla sessi.
Simon Toole váttar fyri Sosialinum, at áhugin fyri at bora eftir olju og gassi í 19. umfari á bretskum øki er sera stórur. Umleið 20 altjóða oljufeløg hava bjóðað uppá eitt rættiliga stórt tal av blokkum, sum aftur liggja spjaddir framvið markið til Føroyar. Nýggi DTI-stjórin, sum er hann, ið hevur endaligu avgerðina um komandi loyvini, sigur, at teir fara at hava samrøður við feløgini í mars og síðani verða loyvini latin skjótast eftir tað.
Sosialurin skilur, at fleiri av feløgunum, sum hava fingið verið við í føroysku útbjóðingini eisini eru við í tí bretsku. Hetta ikki minst tí at jarðfrøðin báðumegin markið í Hvíta økinum er hin sama. Tað hevur ljóðað, at m.a. Amerada Hess er hugað fyri at fara undir at bora bretsku megin markið longu í hesum árinum. Her hevur møguleikin verið nevndur, at felagið ?hevur fatur? á einum og sama oljufelti (prospekti? báðumegin markið. Tað ljóðar eisini, at stór altjóða oljufeløg sum Shell, ið áður hevur verið sera virkið á Atlantsmótinum men sum tók seg aftur, nú aftur er á ?bananum?. Og í hesum sambandi ber so til at leggja tvey og tvey saman, nevniliga at áhugi fyri at leita í bretska partinum av Hvíta økinum nátúrliga eisini má skapa áhuga fyri tí føroyska økinum.
Vit spurdu Simon Toole, hvussu bjartskygdur hann er um 19. umfar í bretskum øki. ?Eg eri rættiliga bjartskygdur, tí her er talan um sera stórar strukturar í undirgrundini og prospekt í heimsklassa. Og eftir umsóknunum at døma sær hetta sera spennandi út. Simon Toole vil ikki í løtuni siga, hvørji feløg eru við millum umsøkjararnar, men hann váttar, at fleiri av teimum heilt stóru oljufeløgunum eru við. Sosialurin kann upplýsa, at talan er um bæði BP, Shell, ExxonMobil og aðrar tungvektarar. Í hesum sambandi eiga føroyskir oljumyndugleikar helst at geva sær gætur, at møguleiki kann vera fyri, at fleiri av stóru feløgunum, sum tóku seg úr aftur føroyska økinum so sum ExxonMobil og Shell, kanska koma inn aftur í hitan fyrr ella seinni.
Simona Toole váttar eisini fyri Sosialinum, at áhugin fyri Atlantsmótinum, sum bæði føroyski og bretski landgrunnurin eru partur av, er við at vaksa aftur, nú eftir at boringin hevur verið í minna lagi seinastu árini. ?Vit mugu ikki undirmeta feløgini, sum hava víst áhuga í bæði tí føroyska og tí bretska partinum av Hvíta økinum. Tey vita, at her eru møguleikar at finna olju, og tí vilja tey eisini gera íløgur her. Tað kunnu so myndugleikarnir í Føroyum og Bretlandi bara vera fegnir um.