Stórur áhugi fyri konfirmantamyndunum

Í sambandi við at Tórshavnar alfrøði kemur út í november í ár, er ein áhugaverd framsýning við gomlum konfirmantamyndum á Torginum í SMS.

Endamálið við hesi framsýningini er at fáa konfirmantamyndirnar so rættar sum gjørligt og at fáa fatur á so nógvum myndum, sum til ber, sigur Birgar Johannessen frá Tórshavnar alfrøði.

Talan er um konfirmantamyndir í tíðarskeiðinum 1900-1970. Umleið 90 myndir eru á framsýningini, og á teimum flestu eru nøvnini komin upp á pláss.

Hesar dagarnar, framsýningin hevur verið, eru nógv fólk komin, og fleiri koma við myndunum, sigur Birgar, men tað undrar hann, at ongar mnyndir eru komnar úr Velbastað, Kirkjubø og Hesti, haðani nógvir konfirmantar eru. Úr Nólsoy hevur hann fingið heilt nógvar myndir.

Birgar sigur, at um fólk eiga myndir, har tey ivast í, um tær eru konfirmantamyndir, eru tey vælkomin við teimum, so skal hann finna út av tí.

Fólk, sum koma til framsýningina, fáa ein lepa við 10 áhugaverdum upplýsingum um konfirmantarnar hesi 70 árini. Lepin er gjørdur, til at fólk kunnu taka hann heim við. Talan er um umleið 5.300 konfirmantar í hesi 70 árini, nøkulunda javnt deilt millum gentur og dreingir.