Stórur áhugi fyri Hvítubók

Í morgin verður nógv umrødda Hvítabók løgd fram fyri føroyskar og útlendskar fjølmiðlar

Hóast vit eru vorðin kunnað um høvuðstræðrirnar í Hvítubók gjøgnum fjølmiðlarnar síðani fríggjadagin seinnapartin, er ætlaði tíðindafundurin mikumorgunin, har Hvítabók skal leggjast fram fyri fjølmiðlunum, framvegis á skránni. Tá fara Reidar Nónfjall, formaður í búskaparbólkinum, Herluf Sigvaldsson, formaður í sáttmálanevndini, og Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í fyrisitingarbólkinum, at leggja arbeiðið, sum nevndirnar síðani seinasta heyst hava gjørt, fram fyri fjølmiðlunum. Anfinn Kallsberg, løgmaður, tekur eisini lut á tíðindafundinum. Hann fer vegna Føroya Landsstýri at gera høvuðsviðmerkingar til Hvítubók.

Ikki sørt av áhuga er uttani frá fyri Hvítubók. Bókin er í skundi týdd til danskt, forsætismálaráðið hevur fingið eintak, og fjølmiðlarnir somuleiðis. Sum skilst koma DR TV og DR Radio til Føroya at lýsa kjakið rundan um Hvítubók, og hesir fjølmiðlarnir verða til staðar á tíðindafundinum mikumorgunin. Donsk bløð, eitt nú Politiken verður møguliga eisini á staðnum, og løgmansskrivstovan hevur eisini fingið fyrispurning frá svenskum fjølmiðli um at koma til Føroya í sambandi við Hvítubók.

Tíðindafundurin verður á Parnassinum á Hotel Hafnia kl. 8.45 í morgin.