Stórur áhugi fyri fullveldisspurninginum

Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal hittu sunnukvøldið eini 70 norðmenn og føroyingar á einum fundi í Oslo um fullveldisætlaninar. Forvitnið hjá útisetum og norðmonnum gav føroysku landstýrisumboðunum møguleikan at leggja fram sínar ætlanir fyri fólki, sum dagliga ikki hava møguleika at fylgja við í føroyska orðaskiftinum

Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo


Rættuliga fitt av fólki kom á fund sunnukvøldið í Oslo, har løgmaður Anfinn Kallsberg og landstýrismaðurin Høgni Hoydal tosaðu um føroysku sjálvstýrisrørsluna og fullveldisætlaninar hjá landstýrinum.

Anfinn Kallsberg byrjaði við at tosa um sjálvstýrisrørsluna í Føroyum og um føroysku støðuna í danska kongaríkinum. Aftaná greiddi Høgni Hoydal gjølla frá, hvat tey hava arbeitt við í spurninginum um fullveldi, og hvat tey vóna gerst veruleiki tey komandi tvey-trý árini.

Evnið fyri fundin var »Er Færøyene en fri og uavhengig stat um tre år«. Evnið bygdi á eitt úttalisli hjá løgtingsformanninum Finnbogi Ísakson, sum í summar segði við eina týska útvarpsstøð, at vit um trý ár kunnu rokna við einum nýggjum stati í Norður-Atlantshavinum.


Áhugi og forvitni

Eini 60-70 fólk, bæði norðmenn og føroyingar, vóru komin á fundin, ið Norsk-Færøysk Lag skipaði fyri. Felagið skipar javnan fyri fundum í Oslo um ymisk evni, og serligur dentur hevur verið lagdur á at fáa føroyskar politikarar og onnur fólk í leiðandi størvum at koma og tosa um viðurskifti, tey fáast við.

Áhoyrararnir vístu stóran áhuga og forvitni, og Anfinn og Høgni fingu spurningar um alt frá marknatrætuni við Stóra-Bretland til um ikki fullveldisætlanin var ein hættislig roynd uttan bjargingarvest.

Á áskoðaraplássunum vóru eisini umboð fyri fleiri norsk bløð, millum annað størsta norska blaðið, Aftenposten. Aftenposten hevur avgjørt at senda ein blaðmann til Føroyar fyrru hálvu av 1999 fyri at seta seg nærri inn í fullveldisætlaninar.


Tættari samstarv

í Útnorði

Áhoyrararnir vildu gjarna vita, hvussu føroyingar hugsa sær, at viðurskifti við umheimin skulu loysast til dømis gjaldoyra, limaskapur í altjóða felagsskapum og føroyskar umboðsstovur í útheiminum.

Høgni Hoydal greiddi frá, at hetta eru spurningar, sum arbeitt verður við, men at tey rokna við at knýta føroyska gjaldoyra til eitt annað stórt gjaldoyra, og helst tað gjaldoyra, sum landið ella londini sum Føroyar útflyta mest til, tað vil í løtuni siga nýggja gjaldoyra Euro. Altjóða felagsskapir sum ST vilja Føroyar sjálvandi gerast limir í, men tá talan er um umboðsstovur, so kunnu Føroyar hava einar tvær tríggjar, t.d. í Keypmannahavn, á ST-høvuðsstøðini í New York og t.d. í Bruxelles.

Tað sum kanska vakti mest áhuga millum fleiri av áhoyrarunum, serliga stórtingsumboðini og fólk í teimum politisku flokkunum, var kláru boðini frá Anfinni Kallsberg um samstarvið í útnorði. Løgmaður legði stóran dent á, at Føroyar gjarna vilja menna samstarvið í útnorðuri.

Í politiska umhvørvinum á Stórtinginum eru fleiri farin at seta spurnartekin við norðurlendska samstarvið, og hvussu hetta í dag verður ment. Óttin fyri at Føroyar, Grønland og Ísland skulu hvørva er týðuligur, meðan tey stóru norðurlendsku londini ikki hugsa um annað enn at menna samstarvið við tey baltisku londini.


Kreppan vísti vegin

Teir báðir fingu eisini spurningar um, hvussu Føroyar skulu yvirliva sum eitt sjálvstøðugt land. Anfinn Kallsberg svaraði klárt og týðuliga:

? Vit hava ein søguligan møguleika, sum vit mugu taka av. Føroyar hava verið ígjøgnum eina álvarsama kreppu, arbeiðsloysi uppá umleið 25 prosent og stórt undirskot í landskassanum. Hetta hevur lært okkum, at vit ikki skulu gloypa ov stórum bita. Í dag hava vit tað fíggjarliga munandi betri, oljukanningarnar ganga sína leið, og bæði í Danmark og í Føroyum eru vit samd um, at føroyska støðan í danska kongaríkinum má broytast. Kreppan lærdi okkum eisini, at tað má vera samsvar millum ábyrgd og myndugleika. Harafturat vil eg leggja afturat, at tað als ikki passar, at so smá lond sum Føroyar ikki kunnu klára seg sjálvi. Vit hava minni lond sum eru sjálvstøðug og megna tað, segði Anfinn Kallsberg millum annað á fundinum í Oslo.


Kjak í útheiminum

Fólk fingu spurt tað, tey høvdu á hjarta, og Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal fingu roynt kynstrini síni fyri eini áhoyrarafjøld í útlandinum.

Anfinn endaði fuindin við at takka fyri høvi at koma til Norsk-Færøysk Lag og segði, at tað var gott at hava við sær heim aftur - vitanina um, at áhugin fyri fullveldisætlanini eisini skapar kjak í Noregi.