Fleiri av teimum størstu flogfeløgunum liggja nú framvið at sleppa at keypa sveisiska flogfelagið Swis International Airlines.
Talsmaðurin hjá felagnum vil ikki upplýsa, hvørji tey áhugaðu feløgini eru, men týska Lufthansa, bretska British Airways og franska Air France hava fyrr sagt seg hava áhuga í sveisiska felagnum. Swiss International Airlines fór fyrstu ferð á flog fyri einum góðum ári síðani og kom ístaðin fyri tað gamla Swissair, sum fór á húsagang í 2001. Sveisiski ríkiskassin eigur 19 prosent av felagnum.
Men felagið hevur havt tað tungt, og stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at seta meiri pengar í felagið. Fyri einum mánað síðani setti felagið fleiri flogfør, og 3.000 fólk vórðu søgd úr starvi. Men tað var ivaleyst eisini neyðugt, tí fýra teir fyrstu mánaðarnar í ár hevði felagið umleið hálva aðru milliard krónur í halli.