Stórur áhugi fyri ídnaðarøkinum

Klaksvíkar býráð hevur fleiri umsóknir frá fyritøkum, sum vilja byggja á ídnaðarøkinum á Borðoyarvík. Býráðið fer í næstum at gera av, hvat skal gerast á hesum økinum

 

KLAKSVÍK: Uppi við Borðoyarvík liggur eitt stórt øki, sum er klárt at byggja á. Bíðað verður bara eftir at býráðið ger av, hvat skal fara fram á økinum, og hvør sleppur framat.

Karl Heri Joensen, formaður í teknisku nevnd í býráðnum, sigur, at millum 6 og 8 fyritøkur hava søkt um at fáa eitt grundstykki á ídnaðarøkinum.

Bara fýra stykki eru eftir at berjast um, so allar fyritøkurnar fáa ikki tað, tær ætlaðu. Tvey stykki eru longu seld til fyritøkur, sum enn ikki hava tikið tey í nýstlu, meðan ein bygningur við bilasølu og verkstaði stendur uppi. Tað eru fyritøkurnar Elmar Zachariasen og Mallco, ið hava ognað sær stykki á ídnaðarøkinum, men enn er einki byggivirksemi farið í gongd hjá teimum.

Tað er tí eingin ivi um, at vinnulívið hevur stóran áhuga í hesum økinum, og at fyritøkur hava tørv á plássi at byggja út.

Fundur verður um hesi viðurskifti skjótt, og tær fyritøkur, ið hava sent býráðnum umsókn, kunnu tískil vænta sær svar rættiliga skjótt.

Kari Heri sigur, at býráðið fer at taka býarætlanina sum heild til viðgerðar, og tað skal eisini staðfesta meira nágreiniliga, hvat gerast skal á økinum.