Suðuri omanvert havnalagið legði Sands Kommuna fyri nøkrum árum síðani eitt øki av til ídnaðarøki. Lítið varð tó gjørt við hetta øki til fyri stuttari tíð síðani, tá kommunan fór undir at sundurmatrikulera økið. Og nú er rættilig gongd komin á.
- Vit hava selt fimm av grundstykkjunum, og fýra teirra eru liðugt frámatrikulerað, meðan tað fimta er í teirri prosessini, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi.
Talan er um fyritøkur á Sandi, sum vilja hava størri rásarúmd, so talan er ikki um nýtt virksemi, sum fer í gongd.
- Vit hava býtt grundøkini upp í ymsar støddir, frá 1500 fermetrum upp til 4000 fermetrar. Haraftrat hava vit valt at selja grundøkini ógvuliga bíliga, bert 15 krónur fermeturin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tó er tað so, at fyritøkurnar sjálvar mugu grava oman av og planera, men ein stór grótrúgva liggur tætt við ídnaðarøkið, og har kunnu fyritøkurnar fáa grót ókeypis til planeringina. So treytirnar eru so lagaligar, sum tær kunnu vera.
Áhugi aðrastaðni
Borgarstjórin á Sandi sigur, at byggisamtyktin fyri ídnaðarøkið er ógvuliga breitt orðað, og loyvir øllum endamálum innan handil og vinnu, tó ikki fiskivinnu.
Sum nevnt eru allar fimm fyritøkurnar, sum higartil hava søkt og fingið byggiloyvi á ídnaðarøkinum, av Sandoynni, men áhugi hevur eisini verið fyri økinum uttan fyri oynna.
- Serliga tá tunnilsprátið gekk upp á tað harðasta, fingu vit fleiri fyrispurningar frá fyritøkum aðrastaðni frá um grundøki, men tað bleiv við fyrispurningarnar. Tað er jú langt frá optimal viðurskifti, at vit framvegis skulu noyðast at líta á ferju at sleppa til og frá oynni, sigur Páll á Reynatúgvu.
Fyritøkurnar, sum keypa og fáa byggiloyvi á ídnaðarøkinum, fáa eina freist upp á tvey ár til byggingin skal byrja.