Tað er hampuliga stórur áhugi fyru at fáa festi í avbyrgda plássinum, Fámará, á vestursíðuni á Suðuroy.
Tað sigur Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni.
Tað eru nú næstan tríggjar vikur síðani, at festi í Fámará varð lýst til sølu, men ongin tíðarfreist varð ásett fyri, nær tilboð skuldi vera inni.
Fleiri fólk hava spurt eftir festinum, men enn hava vit onki ítøkiligt tilboð fingið, sigur stjórin á Búnaðarstovuni.
Hann sigur, at fyrsta dagin fara tey at lýsa festi til sølu av nýggjum, men hesuferð við eini tíðarfreist, sum kanska verður ein mánaði.
Hann hevur onga hóming av, hvat fæst fyri eitt festi sum hetta, so tað kann vera, at tey fara at seta eitt lágmark fyri, hvussu lítið tey vilja lata festið fyri.
Men hann dugir ikki at siga, hvussu lágt tað verður.
Tann, sum fær festið, skal hava minst tvey ára royndir í landbúnaði, umframt minst seks mánaða skeið í landbúnaði.
Festarin skal eisini búgva í Suðuroy.
Seinastu tvey árini hava Johan í Kollafirði og Konan, Rakul, búð í Fámará og hann harmaðist í Sosialinum herfyri, um, at festið er sett til sølu.
Tað er ikki eftir avtalu við Búnaðarstovuna, at tey búgva har. Tað er umsjónarmaðurin, sum búnaðarstovan setti at hava eyguni við festinum, sum av sínum eintingum, hevur gjørt avtaluna við Johan í Kollafirði og konuna um, at tey kunnu vera í Fámará.
Sostatt kennir Búnaðarstovan seg ikki bundnað av avtaluni.
Hann ætlar sær at bjóða, men var ikki sinnaður at seta seg í stóra skuld fyri at fáa tað.
Myndin er av Fámará, sum er ógvuliga avbyrgd frá oynni annars. Tað slepst ikki til plássi við báti og vegurin er so vánaligur, at hann er næstan ikki koyrandi eftir.