Í vikuskiftinum áðrenn heystfritíðina, frá 11. til 13. oktober, verður stórur gospelfestivalur í skúlanum í Trongisvági.
Hetta er fyrsta ferðin, at skipað verður fyri Suðuroyar Gospelfestivali, men fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð, so hetta ikki verður síðsti festivalurin av sínum slag.
Øll kunnu luttaka, ung og eldri úr øllum landinum. Ongar fortreytir skulu lúkast, bert skal sanggleði verða til staðar. Um ein hevur sungið fyrr, ella dugir nótar ella ikki, hevur ongan týdning.
11 sangir eru á skránni. Skipað verður so fyri, at í tveir dagar verða sangir vandir og endabrestur er so við framførslu. Hetta verður stór gallakonsert, har góðir tónleikarar taka lut.
Solistar koma úr Føroyum og Danmark. Orkestrið verður úr Danmark, har tað eru tónleikarar, ið lesa á Det Fynske Musikkonservatorinum, og fólk, ið hava lokið útbúgving har í ár.
Festivalurin skal gerast staðið, har fólk úr øllum landinum koma saman at syngja gospel, siga fyrireikararnir.
Tað er Jens Knudsen, ið er stigtakari. Hann starvast sum tónleikalærari í Suðuroynni, leiður Tvøroyrar Hornorkestur, og hevur eisini sett á stovn Suðuroyar Gospel Choir.
Kórið hevur verið til í eitt ár og hevði fyri stuttum væleydnaða og stórfingna konsert.
Havnarmaður Jens Knudsen starvaðist sum entreprenørur, áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa tónleik. Í Nyborg setti hann á stovn gospelkór, ið er til enn.
Jens hevur arbeitt við fyrireikingunum til gospelfestivalin í longri tíð og vónar, at minst eini 200 fólk tekna seg at taka lut. Nógv er lagt fyri við tøkni og tónleikarum, og eisini er syrgt fyri, at hugaligt og lætt er at gista og líknandi.
Síðsta freist at boða frá luttøku er tann 4. september. Hetta gerst hjá Jens Knudsen, FO-800 Tvøroyri. Eisini kann ringjast 372026 ella 22 3056. Skrivast kann eisini teldubræv til jknudsen(at)post.olivant.fo. Suðuroyar Gospelfestivalur hevur eisini heimasíðu.
Men ætlar ein sær at taka lut, so ber til at seta seg í samband við Jens Knudsen og frætta nærri og fáa sendan faldara um tiltakið.










