Í dag hevur danska stórfelagið Brøndby boðið unga føroyska fótbóltsspælaranum René Shaki Joensen ein fulltíðarsáttmála.
Seinastu tíðina hevur René Shaki Joensen roynt síni fótbóltsevni í danska felagnum Brøndby, og tað hevur gingið støðugt framá hjá unga føroyska spælaranum. Hann byrjaði á fótbóltsskúla hjá Brøndby, royndi seg á einum 4. deildarliði, men hevur stútt og støðugt arbeitt seg uppeftir, og í dag fekk hann boðið fulltíðarsáttmála í felagnum.
- Hetta er nakað av tí størsta, sum er hent í mínum lívi, segði René við Rás2 í Keypmannahavn í dag.
René hevur fingið boðið ein sáttmála, sum er galdandi í hálvttriðja ár, og tað merkir, at hann frá í summar skal venja fulla tíð við besta hópinum hjá Brøndby.
- Eg ætli mær at gera alt, sum eg kann, fyri at koma enn longri. Eitt mál er at koma á besta liðið í Brøndby, men eg ætli mær eisini út um Danmark at spæla, sigur René Shaki Joensen.