Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan frá umboði fyri Dansk Olympisk Komite og Dansk Idrætsforbund, at svimjistevnan sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll 10. og 11. apríl 2021, er brúkilig sum eisini úttøkustevna til OL í Tokyo í summar. Hetta er eitt aftursvar til eina fráboðan frá Svimjisambandinum, um at FINA, altjóða svimjisambandið, hevði góðkent stevnuna til hetta sama.
- Hetta er stórur dagur fyri føroyska svimjing, at vit fyri fyrstu ferð í søguni fara at hava eina svimjistevnu í Føroyum, har føroyskir svimjarar – og onnur - kunnu royna eftir kravtíð til Olympisku Leikir. Vit hava nú arbeitt ímóti hesum í rættiliga nógv ár, og verður tað vónandi ein fastur táttur framyvir, skrivar Svimjisambandið.