Stóru kommunurnar vilja umsita skúlarnar

At ábyrgdin av fólkaskúlanum er býtt millum tveir myndugleikar ger, at fólkaskúlin verður stóri taparin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunusamskipan Føroya.

Orðaskiftið um menning av fólkaskúlanum og eftirútbúgving av lærarum hevur prógvað, at uppgávubýtið millum land og kommunur á skúlaøkinum í summum førum er rættiliga ógreitt.
Meðan kommunurnar í høvuðsheitum hava ábyrgdina av undirvísingarhølum og –miðlum, rindar landið læraralønir og vikarar.
At førleikamenna lærarar og tryggja innihaldið í undirvísingini er eisini ein landsuppgáva. Tað er millum annað her ketan dettur av, tí tað kemur meiri enn so fyri, at kommunurnar tátta í, og millum annað nokta skúlaleiðslunum at rinda skeiðsgjøld av kommunalu játtanini. Hetta samstundis sum, at landsmyndugleikarnir, Mentamálaráðið, ikki hevur lagt upp fyri hesum í teirra játtan til skúlaverkið.
Tað hevur eisini verið nevnt, at uppgávubýtið er ógreitt, hvat viðvíkur lønini til skrivarar á skúlunum. Eisini hevur verið víst á dømi, har kommunur hava víst á, at tá tær rinda løn til skrivaran, skal hesin bert umsita kommunal áhugamál í skúlanum.

Størri eindir
Í blaðnum í gjár segði Heðin Mortensen, at trupulleikin kemur ikki av, at kommunan er natin, men tí, at fólkaskúlaøkið er tvíbýtt millum land og kommunur. Tað er greitt staðfest í fólkaskúlalógini, hvørjum kommunan hevur ábyrgd av, og hvørjum landið hevur ábyrgd av.
- At ábyrgdin av fólkaskúlanum er býtt millum tveir myndugleikar ger, at fólkaskúlin verður stóri taparin, sigur Heðin Mortensen, sum sigur seg tala fyri allar limirnar í Kommunusamskipan Føroya, tá hann úttalar seg um fólkaskúlamálið. Hann vísir á, at eftir teirra tykki, er tann størsti fyrimunurin við at leggja alla umsitingina út til kommunurnar, at tá ber til at arbeiða við størri umsitingarligum eindum.
- Tórshavnar kommuna raðfestir skúlaøkið sera høgt. Næstu árini fara vit at byggja tveir nýggjar skúlar í býnum og umvæla og útbyggja aðrar skúlar í kommununi, sigur Heðin Mortensen.

Skúlarnir kappast
Hann vísir víðari á, at tey í fleiri førum hava bjóðað seg til at taka á seg at menna fólkaskúlan – antin við at kommunan fær alt økið at umsita, ella við einari serskipan fyri stóru kommunurnar, til tær eru vorðnar nóg stórar til at átaka sær fleiri uppgávur.
- Fyrimunurin við at kommunurnar taka fulla ábyrgd av fólkaskúlanum verður ikki bara at ábyrgdin kemur at liggja hjá einum myndugleika. Vit fáa eisini størri margfeldi, har vit, ið hvussu so er fáa eitt brá av kapping millum skúlarnar í ymsu økjunum, sum sjálvsagt fara at gera royndir við ymsum sløgum av nýskipanum og hugsanum á skúlaøkinum, sigur Heðin Mortensen við Sosialin. Hann vil vera við, at sum frá líður fara skúlarnir at læra hvør av øðrum, og soleiðis verður menningin av sær sjálvari bæði skjótari og meira fjøltáttað, enn hon verður í einum miðsavnandi stýrdum fólkaskúla.

Longu í morgin
Uppá spurningin um, hvørji útlitini eru fyri at kommunurnar kunnu fáa fólkaskúlan at umsita, sigur formaðurin í Kommunusamskipanini, at tey kunnu bara tala fyri, og so bíða og vóna at landspolitikkararnir gera nakað við málið.
- Teir mugu skapa verulig kor og umstøður hjá lærarum at førleikamenna seg soleiðis, at fólkaskúlin fer at blóma og verður eitt gott stað at vera hjá øllum, sigur Heðin Mortensen. Og hann vísir á, at tey eru til reiðar longu nú:
- Latið tær kommunurnar, sum hava førleika og áræði sleppa at taka ábyrgd av fólkaskúlanum í sínum øki nú, so vit fáa gongd á. Her er onki at vera bangin fyri – uttan atgerðarloysi, sigur hann at enda.

--

Myndatekstur:
- Latið tær kommunurnar, sum hava førleika og áræði sleppa at taka ábyrgd av fólkaskúlanum í sínum øki nú, so vit fáa gongd á. Her er onki at vera bangin fyri – uttan atgerðarloysi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunusamskipan Føroya