Stórt tiltak í Havn er nú avlýst

Tey halda ikki at tað er ráðiligt at halda tað, nú korona aftur er farið at ganga

 

 

Tað er nú greitt, at stórfingna tiltakið, Mentanarnáttin, verður avlýst í ár. Tiltakið skuldi langt síðani havt verið, men tað var útsett í sambandi við koronu, men nú farsóttin aftur er farin at ganga í Føroyum, boðar kunningarstovan í Havn frá, at tað tiltakið verður avlýst heilt.

Seinastu mongu árini hevur Mentanarnáttin verið fyrsta fríggjadag í juni mánað og tað plagdi vera pinnpakkað við fólki í býnum, akkurát sum á ólavsøku. Men koronu-tilmælini gjørdu, at í fyrstu atløgu varð tað avgjørt  útseta hana til 11. september.

Tá varð møguleikin at avlýsa Mentanarnáttina eisini umrøddur, men í fyrstu atløgu varð gjørt av at útseta til í september. Men nú er so greitt, at eingin Mentanarnátt verður í ár, siga tey.

Fyrireikararnir vísa á, at nógv tíð og orka verður løgd í at fyrireika og at leggja skrá og tiltøk til rættis, og byrjast má í góðari tíð. Men tað er enn ivasamt, hvussu støðan við koronu verður í september, og tí ber illa til at gera neyvar fyrireikingar.

– Tí varð tað hildið vera skilabest at avlýsa Mentanarnáttina í ár og í staðin fyrireika seg til at at koma sterkt aftur fríggjadagin 4. juni í 2021, tá Mentanarnátt eftir ætlan aftur verður í Havn, siga tey.