Stórt og flott at uppliva Petsi á føroyskum palli

Mentanarhúsid í Fuglafirdi var leygardagin karmur um eina
heimsfrumframførslu. Talan var um Petsi Tvørfoss, stjørnuna úr danska
Melodi Grand prixnum. Hon hevdi tvær konsertir við danska bólki sínum.

KONSERT
Henny Olsen

Petsi Tvoerfoss, sum so meistarliga framfoerdi lagid "Mest naar det er regn"
í danska Melodi Grand prixnum, hevdi leygardagin tvaer kosertir í
Mentanarhúsinum í Fulgafirdi. Petsi hevdi ongantíd stadid á foeroyskum palli
fyrr, men eftir hesar konsertir kann stadfestast, at hetta verdur als ikki
sídstu ferd.

Alt var umbodad
Vit loegdu til merkis í Melodi Grand prixnum hennara reinu og kláru roedd,
men at uppliva hana var nógv flottari.
Petsi legdi út vid stillum og til tídir contry-agtigum tónum vid
bleytum trummuspaeli og fantastiskum soloum av baedi guitarleikaranum og
ikki minst keyboardspaelaranum. Men at henni dámar fjoelbroyttan tónleik,
vísti hon vael. Frá stillum country og enntá eini foeroyskari vísu, fór hon
yvir í rocktónleik og eisini gospelkendar tónar.
Hon sang einans coverloeg hjá kendum sangarinnum, men hetta fer skjótt
at broytast, tí hon hevur sagt frá, at hon nú er byrja at smída síni egnu
loeg. Fyrimyndirnar hjá henni Jewel og Sissel Kyrkjeboe vóru sjálvandi at
hoyra, men eisini vóru tónar frá jazz-sangarinnuni Norah Jones og kendu
Dolly Parton, fyri ikki at gloyma grand prix lagid hjá henni "Mest naar det
er regn," sum hon framfoerdi tvaer ferdir.

Komandi stjoerna
Petsi dugir vael at framfoera og livir seg ómetaliga vael inn í
sangirnar. Hon vísti, hvussu fantastiska vael roeddin hjá henni er vand, so
hon kundi raettiliga spíla seg út, hvat roeddini vid víkur.
Vid hugnaligari og róligari atmosferu fingu hesir áhoyrarar alt, hvat
man kann fáa á eini slíkari sitikonsert. Allur tónleikur var umbodadur og
oell roedd hennara var n?tt.
Eitt skal tó leggjast afturat, at danski bólkur hennara spaeldi
fantastiska vael. Vid einastandandi soloum frá guitarleikara og
keyboardleikara og ómetaliga gódari samanspaeling millum allar, lyfti
bólkurin Petsi upp á eitt ótrúliga hoegt stoedid.
Eingin ivi um, at Petsi hevur alt, sum skal til, fyri at gerast
stjoerna. Dygdina og evnini kann eingin taka frá henni.