Ókendir menn rændu í morgun nógvar milliónir krónur frá einari fyritøku, sum umsitur pengar fyri danskar bankar Fyritøkan Dansk Værdihåndtering í Glostrup vestan fyri Keypmannahavn fekk tíðliga í morgun vitjan av óbodnum gestum, sum sambært løgregluni sluppu avstað við nógvum milliónum krónum.
Løgreglan sigur, at ránsið var sera væl fyriskipað, og tí er løgreglan sannførd um, at talan er um professionellar ránsmenn.
Ein talsmaður fyri løgregluna í Glostrup sigur við danska kringvarpið, at tað er ikki greitt enn, hvussu nógvar perngar ránsmenninir fingu við sær. Men talsmaðurin sigur tó, at talan er um nógvar milliónir krónur.
Fyri fýra mánaðum síðani rændu ókendir menn 62 milliónir krónur frá einari fyritøku, sum umsitur pengar og virðisbrøv.