Simgolf Føroyar hevur opið hús

Simgolf Føroyar ynskir at bjóða til opið hús sunnudagin 31. august, áðrenn vit lata upp mánadagin 1. september

Tíðindaskriv:

Vit hava opið frá kl 10-17 og vilja gjarna siga tykkum og vísa tykkum eitt sindur um, hvørji vit eru. Har verður kaffi, sodavatn, møguleiki fyri einum góðum práti og ymiskum aktivitetum!

Allir tríggir okkara simulatorar verða í nýtslu!

Rógvi og onnur frá Tórshavnar Golffelag fara at standa fyri einum simulator, har tú við hjálp, fært møguleika at venja tíni sløg.

Simulator tvey verður í barnapartinum við spølum til børn, har tey sleppa at royna at fanga skrímsl við at sláa ein golfbólt.

Á okkara triðja simulatori fara vit at spæla “nærmast pinninum”, sum snýr seg um at sláa 1 slag og koma so nær holinum sum gjørligt.

Vinningar verða til besta mann, kvinnu og barn.

Vit gera alt vit kunnu fyri at seta gongd á ein stuttligan, spennandi og mennandi dag! Vit vóna at tit koma og njóta tað saman við okkum.

 

##med2##

##med3##