Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les meira um hugsanina hjá Marjun Bæk og hjá hinum 11 prestunum, sum Sosialurin hevur tosað við í blaðnum í dag.
- Kirkjan skal vera har, sum hon altíð hevur verið, men hon skal fevna øllum og skal vera staðið, har øll eru vælkomin, sigur Marjun Bæk, prestur.
Tá ið umræður spurningin um, hvørt kirkjan púra ótarnað skal prædika skriftina uttan mun til, hvør verður stoyttur av tí talaða orðinum, ella hon skal rúma og savna fólk rundan um boðskapin, so er Marjun Bæk ikki í iva.
Eftir hennara uppfatan er fremasta uppgávan hjá kirkjuni at vera staðið, sum fevnir øllum – eisini um so er, at einki annað stað í samfelagnum ger tað.
- Øll skulu vera vælkomin í kirkjuni og kenna seg heima. So má alt annað rætta seg eftir tí, sigur Marjun Bæk.