Løgmansrøðan er áhugaverd, tí hon umfram tær vanligu politisku útmeldingarnar boðar frá nøkrum áhugaverdum ítøkiligum tiltøkum. Vit hava í hesum teigi ferð eftir ferð átalað tað drál, ið higartil hevur eyðkent pensjónspolitikkin hjá øllum landstýrum. Hetta landsstýrið, sum nú ræður lovaði høgt og heilagt, at nú fór nakað álvarsamt ar verða gjørt við pensjónsmálið. Vit hava fleiri ferðir sóknast eftir hesum, uttan at nakar hevur látist um vón.
Men nú tykist sum vend er við at koma í. Í løgmansrøðuni verður boðað frá nøkrum sera áhugaverdum og sera ítøkiligum politiskum tiltøkum til tess at seta gongd á pensjónsmálið av álvara. Sum kunnugt hevur samgongan økt inngjaldið í Samhaldsfasta, og samsvarandi er útgjaldið nú hækkað. Frá 1. januar næsta ár fer tað veruliga at merkjast, tí tá hækkar útgjaldið munandi. Saman við reguleringini av fólkapensjónini fer ein fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra munandi inntøku, at fáa 9.000 kr., og eini hjún 15.000 kr. um mánaðin. Harumframt fer Landsstýrið at fremja ein víðfevnandi eftirlønarreform, sum fer at bera við sær, at allir borgarar, sum frá líður, fara at gjalda til egna eftirlønarskipan. Hetta er ein neyðugur lutur fyri at tryggja komandi ættarliðum góð pensjóns- og eftirlønarviðurskifti. Eitt álit um pensjónsreformin kemur nú í heyst, verður upplyst í løgmansrøðuni.
Hetta er kanska nakað av tí mest áhugaverda, sum stendur í løgmansrøðuni og eingin ivi er um, at allar føroyingar fara at fegnast um hendan boðskap. Vit loyva okkum at gera vart við, at nú má almannaráðharrin halda fast. Tíðin er við at ganga undan, og stundir eru ikki til eitt av hesum klassisku føroysku nevndarprojektunum, sum taka mánaðir og ár at fáa frá hondini. Skal ein pensjónsreformur muna hjá teimum, ið hava stríðst eitt langt lív og nú nærkast pensjónsaldri, so má og skal nýggj skipan koma í gildi í hesum valskeiðinum. Pensjónsmálið er eitt størsta álvarsmál í dagsins Føroyum. Hetta viðkemur okkum øllum og vit eru eftirhondini einasta Norðurland, sum ikki hevur fingið í lag eina sømiliga pensjónsskipan. Hetta óskil kann ikki halda fram.