Seinastu vikuna hevur Útvarpið leitað eftir størstu landapláguni, ið føroyingar eiga. Tað eru morgunfrísku morgunvertirnir hjá Útvarpinum, ið hava skipað fyri. Alla vikuna hava føroyingar ungir og gamlir sent síni boð inn til Morgunsendingina. Í sambandi við Spæl Føroyskt Dagin í morgin verður vinnarin kunngjørdur, eisini fáa vit innlit í hvat lag er næststørsta og triðstørsta landaplágan.
Tað skilst at avdúkingin av lagnum verður umleið kl. 8 í morgin árini.