Størst mótstøða millum tey yngstu

Tað eru yngstu veljararnar, teir ímillum 18-24, ið vísa mest fyrivarni mótvegis

at gera Føroyar til eitt valdømi. Hetta vísir veljarakanningin, ið Gallup hevur gjørt fyri Sosialin. Meðan tað í øllum øðrum aldursbólkum er greiður meiriluti fyri uppskotinum, so stendur á jøvnum millum tey, ið eru fyri, og tey, ið eru ímóti. 39% eru fyri og 39% ímóti. Sostatt eru eisini 22% av teimum yngstu, ið ikki hava tikið støðu. Einasti bólkur har størri partur ikki hevur tikið støðu enn, er tey, ið eru yvir 60 ár. Í elsta bólkinum eru 24%, ið ikki hava tikið støðu enn, men millum tey, ið hava tikið støðu í hesum bólki er greiður meiriluti fyri uppskotinum, heili 54% eru fyri, at Føroyar gerst eitt valdømi.