Størri nøgd av makreli í ár

Felagskanningin av makreli í juli 2017 vísti, at nøgdin av makreli í lnadnyrðingspartinum av atlantshavinum, var størri í ár enn í fjør, meðan nøgdirnar av sild var nakað minnið enn í fjør. Nøgdin av svartkjafti var eitt vet hægri enn í fjør.

 

Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

 

Makrelurin stendur frá heilt norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í eysturgrønlendskan sjógv. Ein munur í 2017 er, at minni er til í sunnara partinum av grønlendska økinum, meðan nógvur makrelur er á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv

 

Sildin stendur, eins og undanfarin ár, í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og inn í kalda sjógvin norðan fyri Ísland, heilt inn í grønlendskan sjógv. Tó er sera lítið av sild í altjóða og norskum øki.

 

Svartkjaftur var at síggja mestsum í øllum økinum, undantikið í kalda økinum norðan fyri Ísland og í grønlendskum øki