Stórir veiðumenn práta um stórar fiskar

Kappingin Shark Atlantic fer nú at líða móti endanum, og nú skulu so hemara-kongarnir heiðrast.

Leygardagin kl. 15 verður forvitnisligt tiltak í Miðlahúsinum í samband við kappingina Shark Atlantic 2007.

Á tiltakinum verða vinningar handaðir teimum, ið veitt hava størstu hemararnar í ár.

Við hesa kappingina hava einir 30 mans brúkt ein stóran part av síni frítíð at fáa fatur á størsta hemaranum.

Hetta er ikki at forsmáa, tí Trygd fer nevniliga at lata 25.000 kr. til hann, ið veitt hevur størsta hemaran.

Sum støðan er nú, falla hesir pengarnir í lutin hjá Jóannes Gaard, ið higartil hevur veitt tann størsta hemaran uppá 177 kilo.

Men enn eru nakrir dagar eftir til leygardagin, so tað kundi hent at onkur størri hemari kemur undan vatnskorpuni ein av komandi døgunum.

Tann, ið eigur næststørsta hemaran fær 10.000 kr. og hann við tí triðstørsta fær 5.000 kr. frá Trygd.

Á samkomuni leygardagin fer kappingarleiðarin, Magni Blástein haraftrat at handa eitt ferðasteyp sum Føroya Banki hevur latið.

Umframt handanina av vinningum til tríggjar teir bestu veiðumenninar, verður eisini møguleiki til eitt prát um stórar fiskar.