Stórfingnar barna-og jólakonsertir

Seinasta leygardag og sunnudag hevði Føroya Symfoniorkestur barna-og jólakonsertir í ávikavist Runavík og Tórshavn. Nógv fólk vóru til bæði tiltøkini, bæði børn og vaksin

Konsert

Nógv fólk høvdu longu keypt sær atgongumerki í forsølu, áðrenn konsertin byrjaði í Ítróttarhøllini í Runavík seinasta leygardag.
Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini hjá Runavíkar kommunu, beyð vælkomin og takkaði Føroya Symfoniorkestri og stigtakarunum fyri, at tað aftur í ár hevði eydnast at stápla eitt so stórt tiltak upp á beinini  eitt tiltak við bæði kendum og professionellum tónleikarum og tónleikarum, sum hava evnir og eina tónleikaliga framtíð.

450 fólk
Tá ið konsertin í Runavík byrjaði, vóru eini 450 fólk, bæði vaksin og børn, komin at lýða á, og tað var eitt rættiligt upplivilsi, tey fingu.
Eitt væl upplagt orkestur, og ein væl upplagdur dirigentur, Bernharður Wilkinson, syrgdu fyri, at fólk komu í ein rættiligan konsert-stemning við Christmas Festival Overture.
Síðan komu ungir violinistar fram á pallin, har tey saman við orkestrinum spældu verk eftir J.S. Bach.

Ferdinand
Páll Danielsen var frásøgumaður undir konsertini, og tað var eisini hann, sum fortaldi stuttligu søguna um tarvin, Ferdiand úr Spaniu, sum ikki tímdi at berjast, men best dámdi at sita einsamallur og lukta at blómum.
Ferdinand, sum var ein vælvaksin og stórur tarvur, kundi tí ikki brúkast í tarvadysti í Madrid.
Tónleikurin og søgan fullu væl saman.

Solistar
Solistarnir, Berghild Poulsen og Maria í Brekkunum, sungu eisini saman við Føroya Symfoniorkestri.
Hæddarpunktið á allari konsertini var, tá ið velduga stóra kórið við umleið 150 børnum úr Fuglafirði, Leirvík, Runavík og Tórshavn trein inn á pallin og sang nakrar jólasangir saman við tónkeiki frá Føroya Symfoniorkestri.
Undir konsertini fekk dirigenturin allar áhoyrararnar hegnisliga við sær at gera óveður, regn og vind.
At enda á familju-og jólakonsertini í Runavík sungu bæði børn og áhoyrarar Gleðilig Jól saman við vælljómandi tónum hjá Føroya Synfoniorkestri.
Í Havn
Sunnudagin var so skipað fyri somu barna-og jólakonsert í Norðurlandahúsinum í Havn, og her var skráin hin sama, sum í Runavík dagin fyri.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum var eisini væl eydnað, og áhoyrararnir hendan dagin vóru umleið 550 í tali.
Sostatt lýddu eini 1000 fólk tilsamans á tónarnar hjá Føroya Symfoniorkestri seinasta vikuskifti, eins og tey fingu vakra upplivildið at síggja og hoyra tey mongu børnini syngja.
Sagurin hjá Mariu og Berghild hugtók, og tað gjørdi frásøguhátturin hjá Pálli Danielsen afturvið tónunum hjá Føroya Symfoniorkestri eisini.
Av sonnum tvey væleydnað tiltøk.