Stórfingin sjónleikarastevna

Beint eftir Ólavsøku verður MáF vertur fyri størstu sjónleikarastevnuni í Føroyum nakrantíð


Í døgunum 2. 6. august verður Meginfelag áhugaleikara Føroya, MáF, vertur fyri størstu áhugaleikarastevnuni í Føroyum nakrantíð. Talan er um sokallaðu NEATA stevnuna, ið verður hildin annað hvørt ár og higartil hevur verið í Litava, Svøríki og Estlandi.

Leikir og panel
Við á stevnuni verða 150 áhugaleikarar úr ymsum Norðureuropeiskum londum. Umframt sjónleikaraframførslur verða eisini workshops, har bólkarnir fara at greiða frá arbeiðinum við at seta leikin upp. Eisini verður eitt sokallað  Open forum, har m.o. estlendska Danute Vaigauskaité, formaður í North European Amatheur Theatre Association, Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri, og Vár Berghamar Jacobsen, dramaturgur, verða í paneli.
Framførslurnar á stevnuni verða hesar:

Í Norðurlandahúsinum:
Menniskjan og tey fornisku, Dramaverkstaðið úr Føroyum
Som ørnen kunne se, Pakkutat úr Grønlandi
Theatrical Fantasies, Paradox úr Hvítaruslandi
Erelnycia, Rokiskis Folk Theatre úr Litava
Karols, Saldus Amateur Theatre úr Lettlandi

Á Tjóðpalli Føroya:
 Soul, Voru Theatreatelier úr Estlandi
 Ja, må jag leva, Musikteaterföreningen Oliver úr Svøríki
 Memento Mori, Leikfélagið Hugleikur úr Íslandi
 Whits Ahint, Serpentine Drama úr Hetlandi

Í Sjónleikarhúsinum:
 Mot slaktevekt, Hinsides Hekneby úr Noregi
 Koldt, DRAKOMIR úr Danmark
 Hørpuríma, Havnar Sjónleikarafelag úr Føroyum

Umframt framførslurnar verður onkur Happening eisini í Havnar gøtum hesar dagarnar